
Við Peter Pan til Neverland
Sørvágur (Faroe Islands)
Location
Spennandi túrur við sluppuni Westward Ho, sum verður gandað um til Jolly Roger við Peter Pan umborð.
Siglt verður út til Tindhólm og Drangarnar, sum er nýggja Neverland hjá Peter Pan.
Vit kunnu ikki fara á land, men sigla so tætt, sum umstøðurnar loyva tí.
Hendan ógloymandi dreymaferðin er fyri náttúruáhugaði, barnafamiljur og barnsligar sálir!
Umborð verður greitt frá Peter Pan verðini runt Tindhólmi og økinum har.
Spennandi tiltøk verða til børnini.
Nær og hvar?
Jolly Roger siglir av kaiini í Sørvági 3 ferð um dagin tann 24. – juni til 7. juli 2024
Túrurin varar í mesta lagi 2 tímar í alt.
Kostnaður
Børn undir 1 ár: 0 kr (børn undir 1 ár nýtast ikki atgongumerki)
Børn 1 til 12 ár: 250 kr
13 ár og eldri: 450 kr
Viðkomandi kunning
Børn mugu vera í fylgi við vaksnum.
Børn undir 1 ár mugu vera í berisela. Ikki er gjørligt at taka barnavogn við umborð.
Bjargingvestar eru at fáa umborð.
Vesi er umborð.
Minnist til at lata tykkum væl í – tað kann vera kaldari og vátari úti á sjónum enn á landi.
What's included?
- Food and drinks
- Undirhald
- Skattaveiða
- Peter Pannukøkur
- Okkurt leskandi
- Bjargingarvestar
Please Note
- Infants must sit on laps
- Public transportation nearby
Meeting Points
Cancellation Policy
Please contact WorldGift for more information.
Validate your login
Sign In
Create New Account